Bland komið í barlastarvatn

Jacob Vestergaard kennir bæði til donsku og norsku kunngerðina, sum seta krøv til barlastarvatn, sigur Fiskimálaráðið.

- Undir orðaskiftinum um barlastarvatn í løgtinginum, tá Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, svaraði munnligum fyrispurningi frá Bjørt Samuelsen, tingkvinnu, tykist bland vera komið í nøkur hugtøk. Talan er um hugtøk, sum verða brúkt í sambandi við, at reglur fara at verða settar til barlastarvatn í Føroyum.

 

Tað sigur Fiskimálaráðið, sum nú er komið við einari stuttari rættleiðing fyri at greiða íkomnu fløkjurnar, sum ráðið tekur til.

 

- Tað verður ikki ásett bann fyri at tøma barlastarvatn í føroyskari havn. Kravið verður, at skip skulu skifta út sítt barlastarvatn við heimasjógvi uttan fyri 50 ella 200 fjórðingar, har dýpið er 200 metrar - og so kann hetta vatnið lógliga pumpast út í føroyskari havn.

 

Fiskimálaráðið vísir á, at á henda hátt verður vandin fyri, at barlastarvatnið er fongt við fremmandum og møguligum smittuelvandi verum, hildin niðri. Sostatt kann heimasjógvur lógliga pumpast út í føroyskum havnum.

 

- Landsstýrismaðurin kennir bæði til donsku og norsku kunngerðina, sum seta krøv til barlastarvatn. Báðar kunngerðirnar fylgja ásetingunum í barlastvatnsáttmálanum, og tað fer føroyska kunngerðin eisini at gera.
 

Fiskimálaráðið vísir á, at í hesum liggur eisini, at um eitt skip siglir fram við Føroyum, men skipið kemur soleiðis fyri, at tað av trygdarávum má pumpa fremmant barlastarvatn í havið, so verður hetta skip ikki rættarsøkt fyri brot á reglurnar.
 

- Sambært IMO-sáttmálanum skal alt barlastarvatn reinsast í 2017. Reinsaða barlastvatnið kann tá eisini pumpast út í føroyska havn, tí reinsingin skal verða so mikið góð, at hon týnir allar fremmandar og møguliga smittuelvandi verur í vatninum, sigur Fiskimálaráðið.