Blanc hevur umhugsað at siga upp

Venjarin hjá franska fótbóltslandsliðnum, Laurent Blanc, viðgekk í dag, at hann hevur umhugsað at siga upp eftir tað nógva kjakið um rasismu í fronskum ungdómsfótbólti. Upprunin til rasismukjakið er ein fundur, sum var í november í fjør millum Laurent Blanc og aðrar venjarar hjá franska fótbóltssambandinum.

 

Á fundinum viðgjørdu venjararnir ein spurning um at seta mark fyri, hvussu nógvir spælarar við øðrum etniskum uppruna enn fronskum skuldu sleppa á fótbóltsskúlarnar.

 

Tað vakti stóran ans, tá tað kom fram, hvat venjararnir høvdu kjakast um, og Laurent Blanc hevur biðið um umbering fyri sín lut á fundinum. Tað gjørdi hann aftur í gjár.