Blákrosskafé í Rituvík

Sunnudagin 5. januar verður ársveitslan hjá Tofta- og Rituvíkar blákrossfelag í Rituvíkar missiónshúsi.

Sunnudagin 5. januar verður ársveitslan hjá Tofta- og Rituvíkar blákrossfelag í Rituvíkar missiónshúsi.

 

Tað er skipað sum ein kafé, har millum annað Magni Christiansen, Alex Bærentsen, Ovi Brim, Frants Jensen og Jan Højgaard luttaka.

 

Nógv verður gjørt burturúr, nú Tofta- og Rituvíkar blákrossfelag hevur ársveitslu og aðalfund nú sunnukvøldið 5. januar í missiónshúsinum í Rituvík. 

 

Byrjað verður kl. 17 við sjálvum aðalfundinum, har tað m.a. er formansfrágreiðing, val og roknskapurin verður lagdur fram.

 

Klokkan 18 verður bjóðað til nátturða, kaffi og køkur. Hetta er skipað sum ein kafé, har Magni Christiansen og Alex Bærentsen eisini fara at syngja. Ovi Brim, ið júst er byrjaður sum leiðari á sosialu eindini hjá Bláa Krossi, fer at greiða frá arbeiði sínum og eisini hava eina stutta bíbilska talu.

 

Jan Højgaard fer at greiða frá, hvussu hann kom burturúr rúsmisnýtsluni og Frants Jensen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi, endar løtuna.

 

Tofta/Rituvíkar Blákrossfelag heilsar og bjóðar øllum at vera vælkomin til ársveitsluna. Sjálvur aðalfundurin er tó bara fyri limir.