Síðani 2001 hava íslendsku fiskivinnumyndugleikarnir hildið eygað við, hvussu nógvan tosk og hvussu nógva hýsu íslendskir fiskimenn blaka útaftur. Nú vísa tølini, at í hesi tíggju árini hava fiskimenn blakað eitt prosent av toskinum og tvey prosent av hýsuni útaftur.
Havrannsóknarstovan og Fiskistovan siga, at toskur og hýsa fyri 6,3 milliardir íslendskar krónur er blakað aftur í havi hesi tíggju árini.
Sagt verður, at hóast útblakingin er munandi minni í Íslandi enn eitt nú í ES-londunum, er útblaking framvegis ein trupulleiki, sum íslendingar ikki eru slopnir av við.