- Vit máttu nútímansgera flokkin fyri at vinna valið í 1997, men tann nýggja øldin krevur, at vit gera tað sama nú. Ein skilagóður politikkur tey næstu árini og okkara virði skulu útvega okkum enn ein sigur á næsta vali, segði Tony Blair á landsfundinum í Brighton.
Í røðuni umrøddi hann ymisk politisk viðurskifti so sum búskaparmál, heilsumál og skúlamál, men hann segði ikki eitt orð um, nær hann fer frá.
Tað hevur leingi verið greitt, at Blair ætlar sær frá sum forsætisráðharri í hesum valskeiðinum, men summir eygleiðarar í Brighton halda, at røða hansara har gav ábendingar um, at hann ætlar sær at verða verandi í Downing Street alt valskeiðið. Tað ru eisini tey, sum vilja hava hann at verða sitandi. Eitt nú hava Charles Clarke, innanríkisráðharri, og Peter Hain, ráðharri í norðurírskum málum, sagt seg vóna, at Blair situr til næsta val.
Men onnur halda, at hann eigur at fara frá í góðari tíð. Teirra millum eru viðhaldsfólk hjá Gordon Brown, fíggjarmálaráðharra, sum hava hug at leggja Blair undir at tvíhalda um stjórnarleiðarasessin. Tey halda, at Blair eigur at lata Brown taka við í 2007, so hann fær góða tíð til at fyrireika seg og flokkin til næsta val, sum verður í 2009 ella 2010.
Í gjár kom undan kavi, at næstformaðurin í Labour, John Prescott, vil hava Blair at siga, nær hann ætlar sær frá, men eygleiðarar í Brighton halda, at forsætisráðharrin fer ikki at kunngera dagin fyrr enn í fyrsta lagi á landsfundinum hjá flokkinum næsta ár.










