Alt fleiri bretar siga seg vera misnøgdar við politikkin hjá Tony Blair, forsætisráðharra, og tað er serliga stuðul hansara í Irak-kreppuni, sum fær veljarar at venda honum og flokki hansara bakið.
Í einari meiningakanning, sum blaðið The Guardian hevur gjørt, sæst, at 35 prosent av teimum spurdu eru nøgd við politikkin hjá forsætisráðharranum, meðan 55 prosent siga seg vera misnøgd við politikk hansara. Í einari kanning fyri einum mánað síðani svaraðu 49 prosent, at tey vóru nøgd við Tony Blair og arbeiði hansara.
Kanningin hjá The Guardian vísir eisini, at altsamt fleiri bretar eru ímóti kríggi við Irak. 52 prosent siga seg vera ímóti at leypa á Irak, meðan 29 prosent taka undir við krígsætlanini.