Blair megnaði at flyta USA

-Hóast flokkarnir eru ymiskir á fleiri økjum, so ganga vit inni fyri somu samfelagsvirðum ? fyri einum góðum samfelag og eisini altjóðagerð. Tað hevur ongantíð verið so nógv brúk fyri altjóðagerð sum nú, har altjóða yvirgangur stendur frammaliga, har stórir trupulleikar eru í Irak, og har vit hava eitt sera sterkt USA, sum vit ynskja skal virka innan fyri altjóða skipanina og ikki einsamalt og uttan fyri hesa.

Landsfundur




Hetta sigur bretski fiskimálaráðharrin Ben Bradshaw við Sosialin, eftir at hava verið gestur á landsfundi hjá føroyska javnaðarflokkinum.

Ráðharrin hevur einki ímóti at tosa um Irak og heldur fyri , at mong hava misfatað støðuna hjá Blair og Bretlandi í Irakmálinum.

-Politikkurin hjá Blair á hesum øki er rættur og hevur eitt endamálið verið at tryggja, at USA ikki fór í sjálvdrátt og bert koyrdi eftir egnum høvdi men í samstarvi við altjóða samfelagið. Eitt nú heldur at vilja brúka ST og stuðla teir altjóða stovnarnar, sum vilja virka fyri friði. Tað hevur tó ikki altið verið líka lætt hyggja vit eftir úrslitunum, men Tony Blair hevur megnað nakað á tí økinum heldur Ben Bradshaw fyri.

Hann vísir á, at tað í byrjanini var ein trekleiki í amerikonsku stjórnini at virka saman við ST, og hetta hevur verið nakað, sum Blair hevur roynt at bøtt uppá. Hann leggur tó dent á, at ST megnaði so heldur ikki nóg væl at medvirka til at loysa málini út frá sínum egnu samtyktum.

-Spurningurin er tí í hesum førunum, um ST hevur megnað at gjørt seg til eitt amboð til at gjøgnumføra altjóða lóg og tess egnu samtyktir! Hvat Irak viðvíkur, so hevur hetta ikki eydnast sigur Ben Bradshaw