Blair lítlan áhuga í fiskivinnuni

Eitt orðaskifti í bretska parlamentinum herfyri vísti, at stjórnin ikki hevur tikið nøkur stig til at ávirka tey tiltøk, sum fremjast skulu í Norðsjónum

Bretland

Forsætisráðharrin í Bretlandi, Tony Blair, varð herfyri lagdur undir at hava lítlan áhuga í fiskivinnuni í Stórabretlandi, sum nú gongur ímóti eini stórari kreppu.
Havgranskarar fara saman við ES fremja stórar niðurskurðir í kvotunum í Norðsjónum, og væntandi er, at tað í ólukkumát fer at koma bretsku fiskivinnuni aftur um brekkur.
 Eitt orðaskifti í bretska parlamentinum herfyri vísti, at stjórnin ikki hevur tikið nøkur stig til at ávirka tey tiltøk, sum fremjast skulu í Norðsjónum.
 Tony Blair segði, at myndugleikarnir fara at tosa við umboð fyri bretsku fiskivinnuna til tess at finna leiðir, sum kunnu hjálpa vinnuni úr kreppuni, nú ráðharraráðið hjá ES hevur sagt, hvussu fiskiskapurin í Norðsjónum skal skerjast.