Blackburn vann í dag óvæntað á Manchester United á Old Trafford. Sir Alex Ferguson, sum fyllur 70 ár í dag, hevði helst kunna hugsa sær okkurt annað enn eitt tap móti Blackburn í føðingardagsgávu.
Blackburn kom á odda aftaná eitt korter, tá Dimitar Berbatov hálaði Christopher Samba umkoll í brotsteiginum. Yakubu umsetti trygt úr ellivu metrum. Tað var eisini støðan í hálvleikinum.
Fimm minuttir inn í seinna hálvleik kom Blacburn á odda 2-0 og aftur var tað Yakubu, sum skoraði. Manchester United svaraði tó skjótt aftur og minuttin eftir minkaði Dimitar Berbatov um munin.
Tíggju minuttir seinni javnaði sami Dimitar Berbatov eftir innlegg úr høgru. Løtuna eftir málið mundu tey flestu rokna við, at heimaliðið fór at fara við sigrinum. Málið kom tó ikki og tíggju minuttir fyri tíð legði Grant Hanley Blackburn á odda, tá hann var hægstur eftir hornaspark. Manchester United málverjin, David De Gea, skuldi helst havt vart fyri, tá bólturin kom innfyri.
Blackburn hevur nú hálað seg upp á næst niðasta plássið, meðan Manchester United framvegis hevur 45 stig á øðrum plássi.
Premeir League:
Manchester United Blackburn 2-3
Arsenal QPR (15:00)
Bolton Wolves (15:00)
Chelsea Aston Villa (15:00)
Norwich Fulham (15:00)
Stoke Wigan (15:00)
Swansea Tottenham (15:00)