FA Cup er á mangan hátt ein ótrúlig kapping. Umframt at verða heimsins elsta fótbóltskapping, sum fyrstu ferð var á skránni í 1872, so er eisini ein talan um eina kapping, har teir smáu taka ímóti teimum stóru. Og tíðum hendir tað óvæntaða. Í kvøld fara miljónir av bretum at sita og heppa á tað lítla liðið. Síðsti dysturin í 3. umfari í FA Cup kappingini í kvøld, er júst ein slíkur dystur. Blyth Spartans tekur ímóti Blackburn Rovers, og byrjar dysturin kl. 20. Meðan Blackburn Rovers spælir í Premier League, so spælir Blyth Spartans í Blue Square Conference North, sum svarar til 6. deild. 118 pláss eru millum Blyth og Blackburn. Blyth Spartans hevði eina minniliga FA Cup kapping í 1977, tá teir vunnu seg í 1/8 finaluna. Teir vunnu á Chesterfield úr 3. deild og Stoke í 2. deild. Í 1/8 finaluni møttu teir Newcastle, sum knógvaði amatørunum úr Blyth við einum 2-1 sigri. Blackburn hevur ikki tapt ímóti einum amatørliði í FA Cup kappingini síðani 1924.