Bassleikarin í Black Sabbath, 65 ára gamli Geezer Butler, endaði handan rimar, eftir klandur á barrini Corkscrew Saloon i Death Valley, Calif , ið endaði við, at fólk fóru til hendurs.
Eisini brotnaði onkur rútur á staðnum.
Butler slapp at sova rúsin av sær í fangaklivanum, til náttin var av, nakrar skøvur og skrivligar klagur ríkari.









