25 ára gamli Jógvan Joensen roynir seg í ár í donsku X Factor kappingini, sum Danmarks Radio skipar fyri. Kappingin verður víst á sjónvarpsrásini DR1.
Í fyrstu sendingini, sum varð víst í gjárkvøldið, var Jógvan Joensen til upptøkuroynd hjá teimum trimum dómarunum, og hansara framførsla fekk tey at spíla oyruni út.
Jógvan varð sendur víðari í kappingini, og dómarin Remee helt fyri, at Jógvan Joensen kann koma langt í X Factor í ár.
Dómararnir viðmerktu eisini, at Føroyar støðugt senda góð umboð til kappingina, har Anna Nygaard, Sveinur Gaard Olsen og Linda Andrews áður hava verið profilar.
- Tey bjarga okkum kappingina, helt dómar Thomas Blachmann fyri.
Trýst her fyri at síggja innslag um føroysku X Factor sangararnar og framførsluna hjá Jógvani Joensen.