Blaðmaður vil eisini upp í politikk

Herfyri boðaði sjónvarpsmaðurin Ingolf S. Olsen frá, at hann vil hava sæti á løgtingið. Tað ætlar Justinus Eidesgaard, sum hevur verið blaðmaður seinastu 30 árini, eisini

53 ára gamli Justinus Eidesgaard, sum hevur arbeitt sum fjølmiðlamaður seinastu 30 árini, ætlar sær nú upp í politikk. Hann bjóðar seg fram fyri Sambandsflokkin á komandi løgtingsvali.
- Spurningurin um ríkisfelagsskapin er orsøkin til hesa avgerðina. Eg eri samríkjamaðiur, og tað eru bara tveir føroyskir flokkar, sum hava greiða støðu í hesum málinum. Tað eru Sambandsflokkurin og Tjóðveldi. Eg vil fegin sleppa at royna hesa síðuna av politikki eisini. Eg havi í grundini havt tann lætta leiklutin og staðið á síðulinjuni og funnist at. Nú vil eg hava ávirkan, sigur Justinus Eidesgaard.

Drúgvar royndir
Justinus Eidesgaard var útbúgving sum journalistur á Danmarks Journalistháskúla í 1982. Hann hevur starvast sum blaðmaður og rithøvundur síðani. Hann hevur starvast sum blaðmaður á Tingakrossi, Sosialinum og eitt skifti á Dimmalætting. Hann hevur verið ábyrgdarblaðstjóri á Gratisavísini seinastu árini.
Jóna Mortensen og Hergeir Staksberg eru eisini á sambandslistanum í Suðurstreymoy.