Sjey fólk doyðu, tá fangar í einum fongsli í Guatemala brustu saman í gjárkvøldið Myndugleikarnir siga, at talan var um eina uppagerð millum tveir fangabólkar. Sjey fangar lógu eftirá, og fimm teirra vóru hálshøgdir.
Fongslini í Guatemala eru als ikki bygd til teir nógvu fangarnar, sum eru har, og tað elvir ofta til illstøðu millum fangarnar.
Harafturat hevur tað víst seg, at tað er lætt at smugla vápn inn til fangarnar, skrivar AP.