Blóðugt í Irak

Í minsta lagi 20 bumbur brustu í ymsum býum í Irak í dag, og sambært myndugleikunum hava minst 36 fólk latið lív, og millum 100 og 150 eru særd. Álopini vóru í seks landspørtum, og fleiri teirra vóru í shiamuslimskum býarpørtum.

Í høvuðsstaðnum Bagdad og har um vegis doyðu minst 17 fólk, og 63 vórðu særd, tá fleiri bumbur brustu har tíðliga í morgun.

Í nøkrum førum var talan um bilbumbur, og ein teirra brast beint við eitt bilafylgi, sum heilsumálaráðharrin, Majid Hamed Amin, var í. Níggju fólk doyðu av spreingingini, teirra millum fýra lívverjar hjá ráðharranum.