Uppreistrarmenn søktu í morgun at einari mosku í pakistanska býnum Rawalpindi, júst sum hermenn og heryvirmenn vóru komnir saman har til ta regluligu fríggjadagsbønina.
Myndugleikarnir søgdu fyrrapartin, at atsóknin hevði kravt minst 39 mannalív, og at fleiri vóru særd. Pakistanska løgreglan heldur, at talan var um tvær sjálvmorðsbumbur, sum vóru so sterkar, at takið á moskuni datt niður.
Pakistanski herurin hevur høvuðsstøð í Rawalpindi. Í oktober søkti Taliban at herstøðini, og tá lógu 19 fólk eftirá.