Nikolina Eyðbjørnsdóttir byrjaði aftur millum tær fyrstu sjey á føroyska liðnum hósdagin, men tað var tó ikki so langa tíð, sum hon fekk á vøllinum.
Í eini gjøgnumbrotsroynd, sum so eisini gav tveir minuttir til ísraelska liðið, varð hon heldur illa viðfarin. Eitt blátt eyga og nakað av eymleika í síðuni gjørdist úrslitið, men hetta skuldi so ikki verið nakað, sum forðar henni í at taka lut víðari í kappingini.
-jm