Tíðliga í morgun fóru allar leysar hendur í politinum og fleiri fólk aftrat at leita eftir fleiri sporum eftir Pidda Hansen, sum varð seinast sæddur í Runavík 5. november.
Í gjár varð ein 32 ára gamal maður varðhaldsfongslaður í 14 dagar, skuldsettur fyri manndráp, í øðrum lagi grovan harðskap við deyða sum avleiðing.
Av tí at hann bara varð varðhaldsfongslaður í tvær vikur, noyðist politiið at skunda sær at finna fleiri spor, sum vísa, hvat kann vera hent.
Í gjár varð ein blóðugur koddi funnin í ruskposanum hjá tí skuldsetta manninum. Ruskposin varð funnin á Hagaleiti.
Ruskposin nýtist ikki vera nakað prógv, men politiið hevur tikið koddan, sum nú verður kannaður fyri DNA. Tað kann taka dagar at fáa úrslitið av tí kanningin.
Jón Klein Olsen, varapolitikommiserur sigur, at alt burturkastið á Hagaleiti verður kannað.
Politiið hevur annars funnið blóðspor bæði í húsunum hjá tí horvna manninum og hjá tí skuldsetta manninum.
Hald er lagt á bilin hjá tí skuldsetta manninum og hjá kvinnuni, hann kom saman við.
Sunleiv Højgaard, sløkkiliðsleiðari sigur við Portalin, at uppgávan hjá teimum nú meira er at ganga politinum til handa, og hann kann tí eingi siga um leiting og annað.