HÁTTALAG
August G. Wang og Petur Andrew Petersen skipaðu kanningina Upphav føroyinga á tann hátt, at teir settu seg í samband við einar hundrað føroyskar mans í Danmark í øllum aldri, ið teir tóku blóðroyndir av. At kanningin júst fór fram á Flatlondum var tilvildarligt, og komst av, at báðir vóru staddir niðri.
Sostatt skuldi aldursbýtið millum menninar vera í lagi, og harafturat skuldu føroysku menninir upplýsa, úr hvørjum oyggjum í Føroyum ommurnar og abbarnir hjá teimum vórðu ættað. Annars var luttøkan púra anonym og uttan handilslig áhugamál. Ættarliðini, sum livdu fyri seinna heimsbardaga, ið vóru ommur og abbar hjá hesum monnum, fluttu nevniliga ikki eins nógv og í dag, og tí kundu granskararnir tryggja sær, at allar oyggjarnar í Føroyum vórðu umboðaðar eini trý ættarlið aftur í tíðina.
Sjórænarar og embætismenn ikki ávirkað okkum stórvegis
Orsøkin til, at bara menn vórðu kannaðir, er, at meðan kvinnur bert hava X-kromosom, hava menn bæði X og Y-kromosom. Sostatt bar til at kortleggja Y-kromosomini út frá blóðroyndum hjá monnunum og samanbera tey við kanningarnar í okkara grannalondum, og síðani kanna eftir, hvaðani tey mannligu kromosomini koma.
Fyri ikki so langari tíð síðani funnu granskarar nevniliga út av, at tað sokallaða mitokondriið, sum liggur ytst í sjálvari mannakyknuni, inniheldur so at siga bara arvaeginleikar frá mammuni, og har ber sostatt til at spora, hvaðani kvinnurnar í Føroyum koma, og tí var ikki neyðugt at taka blóðroyndir frá føroyskum kvinnum, og spardi hetta sostatt tíð og orku.
August G. Wang sigur, at aðrastaðni eru t.d. sokallaðar molekylerar kanningar gjørdar, har beinagrindir verða grivnar upp aftur eftir at ligið í jørðini í øldir. Síðani verða royndir tiknar og upprunin kannaður. Eitt nú verður mett út frá slíkum kanningum, at upprunafólkið á Gran Canaria kom úr Marokko, áðrenn spaniólar komu hagar.
Hjá summum av luttakarunum í kanningini bar tó ikki til at brúka annaðhvørt Y-kromosomið ella mitokondriina, av tí at ávikavist abbin, pápin ella omman og mamman vóru útlendingar. Men sum oftast kundi antin Y-kromosomið ella mitrokondriin brúkast.
Sostatt er ikki nóg mikið longur bara at meta seg eftir hár- ella eygna liti, um føroyska tjóðin skal samanberast við aðrar, og sambært kanningini hava hvørki sjórænarar ella danskir embætismenn ávirkað genini hjá føroyingum nakað stórvegis.
Fleiri líknandi kanningar eru gjørdar í okkara grannalondum. Í 2000 kannaðu íslendingar sínar ílegur, og har kom teirra kanning fram til so at siga sama úrslit sum tann føroyska, nevniliga, at meginparturin av monnunum stavar úr Noregi, og kvinnurnar eru av keltiskan uppruna.