Hondbóltur
Neistin hevur sett kós móti gullmerkjunum í FM-stríðnum.
Øðrvísi fær niðurstøðan neyvan verið, eftir at bláa havnarfelagið sunnudagin vann ein knúsandi sigur á VÍF. Sjey mál vóru á muni, og somikið trygt hava neistamenninir ikki vunnið í Vestmanna síðani seinasta umfar í 2000, tá liðið við Áka Olsen og Heina Hanusarson sum stóru profilunum gjørdist føroyameistari fyri fyrstu ferð síðani 1978.
Buldur og brak
Og í ávísan mun vakti spælið sunnudagin eisini minnir um kraftmikla spælið frá meistaraárinum.
Ferð og megi var á spælinum frá fyrsta bríksli, og flestu vestmenningarnir í høllini mundu gruna ilt, tá tað longu eftir fyrstu 40 sekundini stóð 0-2 á máltalvuni. Ikki tí tað í sjálvum sær er nøkur ræðandi støða í einum hondbóltsdysti á 60 minuttir, men meira mátin, sum hetta hendi uppá.
Dragisa Stojovic, sum ofta hevur lyndi til at brenna eins nógv, sum hann skorar, tóktist als ikki vera til at steðga. Uppspælið gekk kvikliga fram við verjuni, og tá so stóri 9?arin fór uppfrá, tóktist guli verjugarðurin als ikki til reiðar at fygja honum.
Ein lítil vend kom tó í, tá støðan vísti 2-6. Neistin hevði møguleikan at økja, men tá Blagoje Buha misnýtti brotskast, og VÍF skoraði við mótálopi, kom lív í høllina. Trý VÍF-mál afturat skaptu javnvág í, men tað var alla tíðina, sum hevði Neistin yvirtakið. Eins og í eini kappkoyring millum ein hálvdýran Ford og so ein Ferrari. Tað kann væl vera, at Ford?urin er ein góður bilur, men italska flaggskipið hevur gjarna nakað nógv fleiri hestar og cylindarar at koyra uppá, og soleiðis var eisini við Neistanum.
Við framúr verju- og málverjaspælið steðgaðu teir málskjótingini frá vestmenningunum, og spakuliga fóru teir aftur at toga frá. Og nú komu málini úr øllum ættum. VÍF var annars so smátt um at fanga Dragisa, men tað skapti rúmd fyri øðrum leikarum, og í mun til fleiri aðrar dystir í ár, so dugdi Neistin nú eisini at gera sær dælt av hesum. Og tað var nú aftur sjónligt, hvør kanska størsti trupulleikin hjá VÍF er. Spælið gongur snøgt sagt ov seint fyri seg. Skotstyrkini bilar einki, men tá mótstøðuverjurnar eru væl skipaðar, megnar liðið í alt ov lítlan mun at spæla tunt, og tí endaðu álopini ofta við ov tunnum royndum av veinginum, ella gjørdist talan eisini um skotroyndir frá leikarum, sum vóru undir stórum trýsti, og sum tí ikki gerast so trupul hjá málverjanum, sum tær helst skulu vera, um nakað munagott ska spyrjar burturúr.
Tað hóvaði heldur ikki heimaliðnum serliga væl, at dómararnir konsekvent vístu tveir fingrar, tá togað varð í troyggjuna, og við fleiri yvirtalsstøðum á rað megnaði Neistin veruliga at rykkja. 8-9 broyttist til 9-12, og tá Áki Mørk so við tveimum góðum málum setti punktum fyri hálvleikinum, stóð greitt, at VÍF nú hevði eitt heilt fjall av mótbrekku undan seinastu 30 minuttunum.
Tungt í brattlendi
Vestmanna er soleiðis lagað, at brattlendið er ein partur av gerandisdegnum, og fyrstu løtuna eftir stegðin tóktist tað eisini so, at VÍF ætlaði at vinna á hesum.
Fyrst og fremst fingu teir nú verjuna at koyra, soleiðis at Neistin at kalla ikki kom ígjøgnum, men í hinum endanum stóð tó einki til. Fyrst og fremst orskað av livandi múrinum í Neista-málinum, har Zeljko Jotic helst man vera sterkur kandidatur til heitið sum ársins málverji, og tá Neistin so aftur eksploderaði, skrædnaði av álvara. Heini Hanusarson hevði fram til tá annars gjørt mest um seg við framúr verjuspælið, har hann til fulnar gjørdi nýtslu av góða fysikkinum, og nú fór hann so eisini í holt við málskjótingina, sum hann aloftast verður settur í samband við. Dragisa var skjótur at taka táttin upp eftir liðfelagan.
Eitt korter fyri leiklok vóru tíggju mál á muni. VÍF hevði fram til hetta skotið ellivu mál, og megnaði Neistin bara at halda sama talinum seinastu fimtan minuttirnar, so var dysturin at kalla vunnin.
Ein lítla løtu megnaðu vestmenningarnir tó at skap ein farra av spenningi í aftur. Við mansverju av Dragisa og Heina fingu teir forða vandamestu Neista-monnunum, og við fýra málum innan eins nógvar minuttir tóktist kósin vera rættað nakað.
Men tað var ikki stórt øðrvísi enn kenslan, tá tú undir einum køldum fjalltúri pissar í buksurnar til tess at fáa hitan. Neistin fekk aftur glið á, tað spælið varð umskipað nakað, og tá VÍF síðani sleptu mansverjuni, var leyst og liðugt. Uttan stórvegis hóvasták kundi nýggja oddaliðið koyra sigurin heim, og tá blá/hvítu áskoðararnir í bláum búnum fóru marsjerandi kring vøllin í sonnum sigursrúsi, var eingin, sum mutaði ímóti . Bíðað varð bert eftir seinasta floytinum úr klokkuni kortini.
Ein gáva skal til
Nú bert tvey umfør resta at leika, er einki at ivast í, at sigurin hjá Neistanum staðfesti, at teir nú eru fremsti avbjóðarin til FM-gullið. Ikki bara grundað á sigurin, men serliga á mátan, sum hann varð vunnin uppá.
Megnar liðið at halda dampinum eins høgt uppi í teimum báðum seinastu dystunum móti Kyndli og H71, er ilt at ímynda sær, hvussu hesi skulu steðga stigasavningini. Ikki minst tí talan eisini var um eitt veruligt heildaravrik, har bæði álops- og verjuspæl var av høgum klassa, og har málverjin so sanniliga eisini fylgdi við, tá tørvurin á hesum var størstur.
Hjá VÍF er spælið tó ikki heilt liðugt. Góði málmunurin kann í øllum førum framvegis gerast tann trumfurin, sum kann geva avgerandi fyrimunin.
Men teir kunnu so ikki longur sjálvir gera av, hvørt hetta verður støðan. Fyrst og fremst krevst, at Neistin tapir annan av teimum báðum seinastu dystunum, samstundis sum VÍF vinnur sínar. VÍF hevur fleiri ferðir í ár fingið gávur av ymsum slag, og tó at lagið hjá stóru áskoðarafjøldini var í botni sunnudagin, so hava gávurnar til VÍF verið nógvar og stórar í ár, og kanska tann størsta enn er eftir í posanum.
Dysturin í tølum
VÍF-Neistin 21-28 (9-14)
Málskjúttar
VÍF: John Zachariassen 7, Sámal Joensen 4, Daniel Rápa 3, Áki G. Olsen 3, Ingi Olsen 2, Petur Frank Joensen 1, Johnny Joensen 1
Neistin: Dragisa Stojovic 8, Áki Mørk 5(1), Helgi Justinussen 3, Heini Hanusarson 3, Blagoje Buha 2(1), Karl Oddmar Rasmussen 2, Helgi Michelsen 1
Brotskøst: VÍF 1, Neistin 7
Útvísingar: VÍF 6, Neistin 1
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Hildu eina greiða linju gjøgnum allan dystin, og ikki minst í seinna hálvleiki gav hetta eisini úrslit í munandi betri disciplini í spælinum á vøllinum.