Í døgunum 11. og 12. desember gjørdu studentar við Søgu- og samfelagsdeildina á Fróðskaparsetrinum eina veljarakanning í samstarvi við Sosialin. Í tí sambandi vórðu samstundis nakrir spurningar settir um fjølmiðlarnar.
470 fólk játtaðu at taka lut í kanningini, ið fór fram um telefon. Upplýst varð fyri teimum, at talan var um kanning gjørd við Fróðskaparsetur Føroya og í samstarvi við Sosialin.
Teir spurningar, ið beinleiðis høvdu við fjølmiðlarnar at gera, vóru m.a. hesir:
- Hvør fjølmiðil gevur frægasta innlit í føroyskan politikk?
- Heldur tú ella húski títt nakað blað?
- Hvat fyri eitt blað lesur tú mest?
- Hvussu nógvar tímar metir tú, at tú brúkar um vikuna at lesa føroysk bløð?
Afturat hesum var onkur uppfylgjandi spurningur í sambandi við spurningin um blaðhald, umframt aðrir spurningar um aldur, val av flokki, útbúgving osfr.
Bløðini standa seg frægast, tá ið veljarin verður spurdur, hvør fjølmiðil gevur frægasta innlitið í føroyskan politikk.
44 prosent svara bløðini, 24 prosent útvarp, 10 prosent sjónvarp, meðan 2 prosent eru ivingarsom. Verður hugt nærri at, um aldur hevur nakran týdning fyri svarið, sæst, at lutfallið millum fjølmiðlarnar verður verandi mest sum óbroytt, meðan tann ivingarsami bólkurin veksur, so hvørt árini gerast fleiri. <w:wrap type="topAndBottom"$?$end$!$</w:wrap$?$end$!$Tað er eingin nevniverdur munur millum veljararnar hjá ymsu flokkunum í hesum spurningi.

Blaðhald
Ein helvt, 49,3 %, svaraðu játtandi, at tey í húsinum hildu eitt ella fleiri bløð. Í 22 % av førunum hildu tey meira enn eitt blað.
Í næstan 2/3 av førunum, har talan var um eitt ella fleiri hald, var Sosialurin annað blaðið - 63 % av húskjunum, sum hildu bløð, høvdu Sosialin við. Tilsvarandi talið fyri Dimmalætting var góð helvt, 55 %.
Onnur bløð, ið vórðu nevnd, vóru Norðlýsið, Trúboðin, Vinnuvitan og FF-blaðið. Av hesum stóð FF-blaðið seg frægast við umleið 5 %. Hini lógu um 1-2 %.

Mest lisna blaðið
Sambært kanningini er Sosialurin nógv mest lisna blaðið. Góð helvt ella 55 prosent siga seg lesa Sosialin mest, harnæst kemur Dimma við einum fjórðingi.<A title="" style="mso-footnote-id: ftn1" href="#_ftn1" name=_ftnref1$?$end$!$[1] Av øðrum bløðum stendur Vikublaðið seg frægast við 10 prosentum. Hjá hinum liggur tað um 1-2 prosent.
<w:wrap type="topAndBottom"$?$end$!$</w:wrap$?$end$!$Tað er serliga í teimum yngru aldursbólkunum, at Sosialurin stendur seg væl. Tá ið lesarin fer um tey fimti, fækkast tey nakað. Hjá Dimmalætting er øvugt - her veksur undirtøkan fyri blaðnum, tá ið lesarin fer um tey fimti. Vikublaðið tykist at hava sín lesaraskara í tí yngsta endanum og lítið at gera í tí meira tilkomna partinum.
Flokstilknýti er framvegis av týdningi í hesum spurninginum. Millum javnaðarveljarar er Sosialurin mest lisna blað av 72 prosentum, meðan 17 prosent taka Dimmu framum. Millum sambandsveljarar er Dimmalætting fremst hjá 46 prosentum, meðan 34 prosent taka Sosialin framum. Millum veljararnar hjá hinum flokkum hava 50-60 prosent Sosialin sum mest lisna blað, og umleið 20 % Dimmu.
Tíð til blaðið
Tað er hinvegin ikki tað stóra av tíð, ið vanligi lesarin brúkar upp á bløðini. Ikki samanborið við ta tíð, ið fólk brúka upp á aðrar miðlar sum serliga sjónvarp, partvíst útvarp - og í vaksandi mun á internetinum. 2,9 tímar í meðal brúkar hin vanligi føroyingurin upp á at lesa bløðini - um vikuna. Men tann størsti parturin brúkar sum heild minni enn hetta.
Sum heild er tað serliga í tí yngra endanum, at stundir ikki verða til ta stóru blaðlesingina, meðan tey meira tilkomnu dvøljast longur við blaðið.