Blái Stólurin: Birna Gaard

34 ára gamla Birna Gaard er stjóri á Hotel Hafnia, vit hava sett hana í Bláa Stólin

Lýs teg sjálvan við trimum orðum:
Glað, ágrýtin og ”kjaftabreið”, sum ogur siga har suðuri ?

Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast?
Hvussu er vorið/støðan ?

Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum?
Heildini – men humor er tað sum eg ”felli” fyri

Hvat er tað fyrsta tú gert um morgunin?
Sløkki vekkaran og kíni Prince – hundinum hjá okkum

Hvat stressar teg?
Tá ov nógv liggur á láni hjá mær

Hvat gleðir teg?
Tá dagligdagurin gongur væl, eri eg glað, men um eg skal ”lyftast upp”, so er allar best, tá Magni tekur guitarin og spælir ”Áh kundi á tiðarhavi”

Nær feldi tú seinast eitt tár?
Á flogvøllinum í síðstu viku, tá eg segði mammu farvæl. Hon fór niður til krabbameinsviðgerð

Hvat var seinasta ynski, sum tú fekst uppfylt?
Tá eg og maðurin fluttu í eina deiliga íbúð á Argjum fyrst í hesum mánaðinum

Hvar arbeiðir tú?
Á Hotel Hafnia

Hví valdi tú at arbeiða innan gistingarhús vinnuna?
Kom av tilvild inn í vinnuna fyri 11 árum síðan, tá eg búði í Norra og tað fór í blóðið ?
Hetta er ein vinna, sum tú antin elskar ellar hatar. Mær dámar sera væl at arbeiða við øllum teimum ymisku fólkunum, bæði gestum og starvsfólkum, skiftandi arbeiðsuppgávur og ikki minst arbeiðstíðir.

Hvat lag er heimsins besta?
Tað er ringt at avgerða, men føroyska útgávan av sanginum ”nánd” dámar mær sera væl

Hvat er besta uppfinningin og hví?
Tað er so nógv at velja í, men fyri meg persónligt er tað centralvarmi, tí eg eri altíð so køld

Hvat hevur tú í lummunum beint nú?
Fartelefon, lyklar, ein penn og cigarettir ?

Hvat er títt besta heimaráð?
Um sósin er ov sølt, kóka so eitt rátt, flust epli í henni eina løtu

Hvat er keðiligast við Føroyum og hví?
Tá ein hevur búð uttanlanda og flytur aftur til Føroyar, eru nógv ting, sum kunnu ”irretera”, men flestu av teimum neiligu tingunum hava eisini eina jaliga síðu. So tað, sum eg ikki síggi nakað jaligt við herheima, er veðrið, tí tað er bara keðiligt !

Hvussu ofta speglar tú tær?
Um morgunin tá eg geri meg klára og annars hvørja ferð eg fari í elevatorin á Hafnia – har eru bara speglveggir, so tað slepst ikki undan ?

Hvussu ofta ert tú hjá frisør?
4.-6. hvørja viku

Hvar ert tú um 10 ár?
Har lagnan førir meg

Hvør er tín stuttligasta uppliving innan arbeiði á gistingarhúsum?
Tað eru nógvar góðar og ringt at taka dagar í millum, men amerikanskir turistar, sum t.d. ikki finna songina fyri seingjateppinum, teimum flenna vit ofta eftir um summari. Ella gesturin sum bíleggur ein búff-tartar og sendir hann inn aftur í køkin, tí hann ikki gjøgnumstokur.