Síðan 2004 hevur Blái Krossur, saman við øðrum, arbeitt við at fáa til vega bútilboð
til heimleys, eitt sonevnt umsorganarheim. Talan er um fastan bústað til fólk, sum ongastaðni hava at búgva. Nú er umsíðir klárt er at fara undir arbeiðið.
Almannastovan hevur játtað Bláa Krossi fígging til rakstur, og gongst eftir ætlan, letur heimið upp seint í heyst.
Í fyrstu atløgu verður talan um at nýta hølir, sum Blái Krossur hevur tøk í løtuni. Eingi tøl eru yvir, hvussu nógv heimleys eru í Føroyum. Ein arbeiðsbólkur metti í 2005, at talan var um 20 persónar.
Í hesum sambandi varð serliga hugsað um tey, sum vóru sjónsk í býarmyndini í Havn. Á umsorganarheiminum verður í fyrsta umfari pláss fyri 7 búfólkum.