Í tíðindaskrivi stuðlar Blái Krossur uppskotinum hjá landsstýrisskvinnuni, Bjørt Samuelsen, um at lækka promillumarkið. Tíðindaskriv:
Tað er at fegnast um, at landstýriskvinnan í vinnumálum, Bjørt Samuelsen, hevur ætlanir um at lækka promillumarkið. Blái Krossur stuðlar henni fult og heilt í hesi ætlan. Blái Krossur hevur altíð haft tað sjónarmið, at rúsdrekka og koyring hoyrir als ikki saman. Við einum promillumarki uppá 0,5 er signalið, at ein bilførari kann drekka eitt sindur, áðrenn tað bilar. Men við at lækka promillumarkið til 0,2 verður greitt, at ein, sum hevur smakkað sær á, skal lata bilin standa.
Tað er týdningarmikið, at arbeitt verður við hugburðinum, soleiðis at ein og hvør bilførari er greiður yvir, at um hann hevur smakkað rúsdrekka, so skal hann lata bilin standa. Hinvegin má eisini vera greitt, at tá hetta ikki verður hildið, so eru fylgjurnar eisini hareftir. Tí eigur eisini at verða hugt eftir revsingini fyri at verða tikin fyri rúsdrekkakoyring.
Tað eru mong í føroyska samfelagnum, sum hava merkt sviðan av, at bilførari koyrir ávirkaður. Summi hava mist lívið, onnur eru løstað fyri lívið og fíggjarligu tapini eru eisini stór. Tí er at fegnast um øll tiltøk, sum minka um henda vandan.
Vegna Bláa Kross Føroya
Hjalmar Hansen, aðalskrivari