Beint omanfyi 461.000 krónur komu inn til Bláa Kross, tá felagsskapurin hevði landsinnsavnan seinasta leygardag.
Innkomna upphæddin er nakað væl hægri enn í fjør, tá tað komu umleið 411.000 krónur inn á innsavningardegnum.
Aðalskrivarin í felagsskapinum, Frants Jensen, er væl nøgdur við landsinnsavnina.
- Vit eru ómetaliga væl nøgd við teir pengarnar, sum komu inn leygardagin. Fólk lata framvegis peningagávur til okkum, so tær 461.00 krónurnar eru eitt fyribilstal, sigur Frants Jensen.
Hetta er fimta árið, at Blái Krossur savnar inn pening til virksemi hjá felagsskapinum.
Teir inkomnu pengarnir skulu nýtast til byggingina av nýggja viðgerðarheiminum á Nesi í Eysturoynnni og verkætlanina Øll hava rætt til góð barnaár, ið er ein verkætlan, sum vendir sær til børn og ung, sum vaksa upp í einum heimi, har rúsdrekka og rúsevni eru partur av gerandisdegnum.
Niðanfyri ber til at hoyra aðalskrivaran í Bláa Krossi greiða frá um landsinnsavnanina.