Nú letur Blái Krossur eina Blákrossbúð upp á Tvøroyri. Tað er í handilshølini í Valarabrekku 2 mitt á Tvøroyri, sum nú blíva Blákrossbúðin.
Hetta er fyrsta stigið í ætlanunum hjá Bláa Krossi Føroya at fara undir virksemi í Suðuroy. Í Blákrossbúðini verður dentur lagdur á at selja góð, brúkt klæði og annað. Blákrossbúðin letur upp hósdagin 15. mars kl 15.00.
- Endamálið við húsakeypinum er ikki bert at reka endurnýtsluhandil, men eisini at fara undir fyribyrgingararbeiði millum børn og ung í Suðuroy. Hetta tí tørvur er á tilboðum til børn og ung, eisini í Suðuroy. Men fjarstøðan ger tað trupult at bjóða hesi tilboð til suðuroyingar, tí vilja vit byrja arbeiði í Suðuroy, skrivar Blái Krossur Føroya.
Í hesum sambandi verður bjóðað til móttøku í nýggju Blákrossbúðini, Tvørávegur 23 / Valarabrekka 2 á Tvøroyri, hósdagin frá kl. 15.00.