Bláa Bylgjan klár til oddabrak

Tað er heimasíðan hjá Bláu Bylgjuni, ið skrivar, at tað verður gjørt nógv burtur úr, tá 07 Vestur í morgin kemur á vitjan.

 

Har stendur millum annað:

 

Maverick er staðið, har vit møtast áðrenn dyst, og upphitingin byrjar kl 17.30 leygardagin. Andliðsmáling, fløgg, floytir o.a verður at fáa í Maverick, og fløgan hjá Bláu Bylgjuni verður at fáa til keyps fyri einans 50,- kr stk. (Hetta verður tó bara galdandi leygardagin) Limirnir hjá fjepparafelagnum fáa sjálvsagt avsláttur uppá ymiskt leskiligt við at vísa limakortið.

 

So er bara at vóna, at so nógv KÍ-hjørtur verða at síggja í Djúpumýru sum møguligt, at stuðla okkara ?unglingaliðið? til enn ein sigur.

 

KÍ er nummar eitt við 37 stigum, meðan 07 Vestur hevur 36 stig á øðrum plássi. Dysturin byrjar klokkan 19.00 í morgin.