BK Tromsø eru farnir í søguna

Norska flogbóltsfelagið BK Tromsø, ið hevur havt tveir føroyskir leikarar í felagnum, sær nú út til at fara í søguna, orsakað av fíggjarligum óskili

Føroyski leikarin Rúni Weihe hevur í síðsta ár spælt í felagnum, men í ár hevur hann valt, ikki at spæla við. Hetta sigur hann seg so heldur ikki angra. – Eg sá at hendan gongdin ikki kundi halda á fram, og eg eri glaður fyri at steðga í ár. Áður hevur Bárður Bendix Mikkelsen eisini verið knýttur at felagnum í Tromsø. Fíggjarliga óskilið er somikið stórt, at felagið hevur eina skuld áljóðandi nærum 700.000 krónur, og tað er spjatt yvir 41 ymiskar kreditorar. Tann eini av kreditorunum er Norska Flogbóltssambandið, og fyri at sanera ta skuldina áljóðandi 65.000 krónur, noyðist felagið niður í lægstu deildina, umframt at teir ikki sleppa at flyta upp, komandi tvey kappingarárini