- Hetta eru viðurskifti, vit avgjørt vilja hava í rættlag. Tað sigur Bjørn Kalsø landsstýrismaður í skúlamálum, við Skúlablaðið í morgun.
Hóast tað er álagt øllum fólkaskúlum at hava eina trivnaðarætlan, vísir ein kanning hjá felagnum heim og Skúla, at tað er ikki so frægt sum helvtin av skúlunum, sum hava eina slíka ætlan.
Og tað kemur óvart á landsstýrismannin. - Tað er als ikki nøktandi, at so nógvir skúlar ikki hava trivnaðarætlan, sigur hann við Skúlablaðið.
Ein trivnaðarætlan er eitt skljal, har mannagongdin stendur niðurskrivað fyri, hvussu happing skal fyribyrgjast og hvussu trivnaðurin kann fremjast.
- Vit vilja avgjørt hava hesi viðurskiftini í rættlag og hetta er ein spurningur, sum Mentamálaráðið fer at taka upp við skúlaleiðslurnar, sigur Bjørn Kalsø.
Skúlarnir skulu senda Mentamálaráðnum trivnaðarætlanina til góðkenningar, men landsstýrismaðurin ásannar, at Mentamálaráðið hevur ikki orku at kanna um trivnaðarætlanirnar eru nóg góðar, og um tær virka sum ætlað.
- Trivnaðurin í skúlanum er umráðandi, bæði fyri einsataka næmingin og skúlan sum heild, sigur Bjørn Kalsø. Hon kann eisini brúkast til fyribyrgjandi átøk í skúlunum.
- Næmingar, sum ikki trívast hava munandi truplari við at luttaka í læringini og sosiala lívinum í flokkinum, og vit leggja stóran dent á at raðfesta hetta, sigur Bjørn Kalsø við Skúlablaðið.
|









