Í nøkur ár hava vit hoyrt hann í útvarpinum sum fryntligi verturin í sendingini "Afturljóð", og summi hava kanska enntá upplivað hann sum diskara í Sirkus ella á G! Festivalinum. Men nú debutterar hann sum tekstasmiður og sangari - vit tosa um 24 ára gamla porkeriningin Bjørn Hentze Bech.
Hann hevur nevniliga júst givið út eitt nýtt staklag, sum eitur “Summarkvøða”.
Lagið kann hoyrast á Youtube. Seinni verður tað tøkt á Spotify.
Bjørn hevur gjørt orð og lag við eitt sindur av hjálp frá Signari Í Homrum, sum hevur snikkað tekstin til.
Lagið er upptikið og framleitt í upptøkuhølunum hjá Kartney Music, sum Ólavur á Váli Olsen bæði eigur og rekur.
Hoyr spildurnýggja lagið "Summarkvøða" her:
##med2##
Orð og lag: Bjørn Hentze Bech
Akustiskan gittara: Eyðun Nolsøe
Steel: Reggie Duncan
Trummur: Danyal Ince
Gittar, onnur ljóðføri og kór: Ólavur Á Váli Olsen