Bjóðar útlendingum úr øllum landinum til Havnar

Útlendingar úr øllum Føroyum eru hjartaliga vælkomnir til Havnar at læra seg føroyskt

Útlendingar úr øllum landinum, eru vælkomnir til Havnar at læra seg føroyskt. Tað staðfestir Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

 

Hann vísir til grein her á www.in.fo nú á jóansøku, har Verónica, sum er argentinari, og býr í Klaksvík, vísir á, hvussu ringt tað er hjá útlendinum at fáa fótin fastan í Føroyum, serliga tí undirvísingin í føroyskum er so vánalig.

 

 

Les eisini: Eg fái ikki møguleikan í Føroyum

 

 

- Tað er púra rætt, at ov lítið er gjørt fyri at skúla útlendingar, so teir sum skjótast sleppa inn á arbeiðsmarknaðin og í mestan mun fáa arbeiði, ið svara til teirra útbúgvingar og royndir, sigur Heðin Mortensen.

 

Men hann sigur, at nú hevur eitt samstarv tikið seg upp ímillum Tórshavnar Kvøldskúla, ALS, Tórshavnar kommunu og Mentamálaráðið, um undirvísing í føroyskum. Og tað er eitt samstarv, sum er í stórari menning.

 

- Fyrstu næmingarnir fingu prógv í mars í ár, og longu í farnu viku handaðu vit prógvini til næsta flokkin. Og eftir ætlan verður upptøkuroynd í heyst til eitt framhaldsskeið uppá 400 tímar.

 

Borgarstjórin sigur, at kvøldskúlin í Havn er tann best skikkaði til at undirvísa útlendingum í føroyskum

 

- Eg kann ikki endurtaka nóg ofta, at okkara Kvøldskúli er ikki bert fyri havnarborgarar, tí undirvísing í føroyskum máli og mentan, og fremmandamáli, er fyri øll.

 

Hann vísir á, at sum er, eru 137 næmingar, ella 5,5 prosent av næmingunum úr øðrum kommunum.

 

Hann vísir eisini á, at undirvísingin er skipað soleiðis, at tað ber til at koma til Havnar um morgunin og at sleppa heimaftur tíðliga seinnapartin.

 

- Við royndunum hjá Kvøldskúlanum hava vit staðfest, at okkara mál er lykilin til okkara mentan, og kunnleiki til mentanina er lykilin til samfelagið. Hetta staðfesta næmingar í stórum tali. Dyr verða latnar upp fyri næmingunum, sum í størri mun fáa brúkt sínar útbúgvingar og í størri mun kenna hetta at hoyra til og vera partur av eini heild.

 

 

Les eisini: Føroyskt fyri allar útlendingar í Føroyum

 

 

Heðin Mortensen vísir eisini á, at nú hevur Kvøldskúlin eisini leigað Pæsastovu, og tað er eitt tilboð til útlendskar næmingar til sosiala samveru og hugna.