Bjóðaðu ókeypis saltfisk til svangar festivalgestir

Ein fastur táttur á G! síðstu árini hevur verið, at gestirnir fáa eina ókeypis máltíð á Sandinum.

Nógv fólk vóru møtt upp á Sandinum, tá G! Festivalurin bjóðaði gestunum eina ókeypis máltíð.


Í ár var tað ein saltfiskarættur, ið var á matseðlinum, og vóru tað kokkarnir á Hotel Føroyum, ið høvdu gjørt rættin.


Rætturin hevði eisini eitt ávíst tilknýti til lokalumhvørvið, tí sjálv rávøran var frá PRG saltfiskavirkinum í Gøtu.


Meðan gestirnir fingu høvi at royna hendan forkunnuga rættin, trinu Spælimenninir á pall og framførdu síni eyðkendu fólkaløg, og gjørdu harvið sítt til at leggja lunnar undir eina hugnaliga løtu á seinasta degnum á G!