Fríggjakvøldið varð enn einaferð skipað fyri tilflytarakvøldi í Tvøroyrar kommunu. Tað er við jøvnum millumbili, at Tvøroyrar Kommuna bjóðar teimum, sum eru flutt á Tvøroyri hesa seinastu tíðina,á eitt hugnakvøld, og hesa var tað í skúlahøllini í Trongisvági fríggjakvøldið.
Har plagdi borgarstjórin og varaborgarstjórin at heilsa upp á teir nýggju borgararnar, røða verður hildin og gávur verða handaðar. Kommunan bjóðar kaffi, the og okkurt afturvið, og eisini er okkurt til børnini. Uni Debess, ið eisini er búsitandi á Tvøroyri, spældi nøkur løg.
Tvey slík tiltøk vóru í mars, men nú var tað so aftur, og hesa ferð vórðu heili 27 tilflytarar, bjóðaðir við, men tað lá ikki fyri hjá øllum at fara. Felags fyri tey øll, er, at tey antin eru fødd hetta seinasta árið, ella eru flutt til kommununa og hava ikki búð her áður. Tey nýføddu fingu eina heilsan frá borgarstjóranum, saman við ævintýrunum hjá H.C. Andersen, og eina konfekteskju. Hini fingu konfekt og eitt gávukort til eina matstovunum.
Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri og forkvinna í mentanarnevndini í býráðnum, handaði, handaði gávurnar og helt eisini eina røðu. Býráðið sigur í tíðindaskrivi, at ætlanin er at halda fram við tilflytarakvøldunum við jøvnum millumbilum. Tey fegnast eisini um, at Tvøroyrar kommuna stendur í vøkstri.
##med2##
Hesar seinastu 12 mánaðirnir eru vit vorðin 30 fleiri í kommununi og harumframt eru tað fleiri fólk, sum eru í ferð við at flyta á Tvøroyri. Vit merkja støðugt ein øktan áhuga frá fólki, ið ynskja at flyta til Tvøroyrar og er tað sera hugaligt, sigur býráðið.
Samanborið við 1. januar 2020 eru 59 fleiri borgarar á Tvøroyri í dag og fleiri av teimum eru foreldur við børnum. Tølini siga, at tað eru 24 børn undir eitt ár í kommununi og tað er meiri enn vanligt hesi seinastu árini. Og tað eru fólk, sum longu búgva á Tvøroyri, ið eiga 22 av hesum børnunum, ella nógv tey flestu av teimum, men hini bæði eru flutt á Tvøroyri.
Tvøroyrar Kommuna sigur frá Fólkayvirlitinum, at 1. januar í 2020, búðu 1.707 fólk á Tvøroyri, men 1. august í ár, búðu 1.766 fólk á Tvørori, ella 59 fólk fleiri.