Um eina viku, leygardagin 6. juni, verður ársins fótbóltsdystur av øllum, nevniliga Champions League finalan, sum hesa ferð er ímillum FC Barcelona og Juventus og í ár verður dysturin í Berlin.
Eins og undanfarnu ár leggur Evropiska fótbóltssambandið, UEFA stóran dent á, at fótbóltur skal eisini vera eitt spæl fyri fjøldina og tí verður skipað fyri tiltøkum í øllum Evropa undir heitinum "Fótbóltur fyri øll".
Tórshavnar býráð sigur í tíðindaskrivi, at eisini í Havn verður fótbóltur fyri øll eisini á skránni. Í hesum sambandi skipa AB, B36 og HB fyri einum stórum tiltaki í Gundadali, mikudagin 10. juni.
Á báðum vøllunum í Gundadali verða ein rúgva av smærri fótbóltsvøllum settir upp, og har bjóða feløgini øllum føroyingum í Gundadal at sparka og at hugna sær saman.
- Endamálið við degnum er, at øll skulu hava tað gott og stuttligt saman við bóltinum, sigur býráðið
- Bólturin kann fáa fólk at samstarva, at kýta seg, at røra seg, at flenna, at kappast, at harmast, at gleðast, at bróta niður forðingar, ja, at koma hvørjum øðrum við.
Býráðið sigur, at feløgini vóna at síggja bæði børn, ung og eldri úr øllum feløgum í landinum og tí eru børn, foreldur, ommur, abbar, systkin og øll onnur, ið tíma at spæla fótbólt, vælkomin í Gundadal, leggja tey afturat.