Atlantsflog heldur í ár fram við samstarvinum, sum felagið gjørdi við DFDS í fjør. Henda avtalan fevnir um ymisk tilboð til føroyingar, sum ynskja at fara á vetrarferiu til Noregs. Tvs. á skíferiu. Talan er um at ferð-ast við flogfari og skipi.
Flogið verður við flog-farinum hjá Atlantsflog til Keypmannahavnar, haðani farið verður víðari til Noregs við einum av stóru skip-unum hjá DFDS, antin Crown of Scandinavia ella Queen of Scandinavia, sum bæði sigla í fastari rutu millum Keypmannahavn og Oslo.
Talan er um vikuferiu. Flogfarið lendur kl. 14.15 og skipið hjá DFDS siglir kl. 17. Á heimferðini er skipið er so aftur í Keypmannahavn kl. 9, soleiðis at ein kann fara víðari til Føroya við flogfarinum stutt eftir.
Heri Niclasen, leiðari á sølu- og marknaðardeildini hjá Atlantsflog, sigur, at teir hava roynt at leggja ferðaætlanina soleiðis til rættis, at fólki ikki nýtist at steðga leingi í t.d. Keypmannahavn, men er tað eitt ynski at steðga nakrar dagar í danska høvuðsstaðnum antin á veg til Noregs ella á veg heimaftur, so ber tað eisini til.
Heri Niclasen sigur, at avtalan við DFDS er so mikið góð, at prísirnir eru sera lokkandi fyri fólk. Talan er um eina feriu uppá sjey dagar og kostar hon fyri ein persón 4500 kr. Tá er alt uttan kostur við í prísinum. Men eru fleiri í einum ferðalag, eitt nú 8 fólk, so kann prísurin koma heilt niður á 3000 kr. fyri hvønn.
Í hesum døgum hevur Atlantsflog bás á torginum í SMS, har tað verður greitt frá vetrarferðunum til Noregs. Ferðirnar eru frá hálvan januar til endan av mars.
Á torginum í SMS er m.a. nýggja ferðabrosjuran hjá DFDS, ?Vinterferie i Norge? og inni í henni liggur ein príslisti, sum fevnir um prísirnar í tilboðnum frá DFDS og Atlantsflog saman.
Har er so eisini vetrarferðaætlanina hjá Atlantsflog umframt upplýsingar um Noreg sum heild.
Heri Niclasen sigur, at áhugin í Føroyum fyri vetrar- og skíferðum er støðugt vaksandi. Meðan eitt nú danir gera sera nógv burtur úr skíferðum, so hevur hetta ongantíð verið rættiliga ?in? í Føroyum, tó at tað eru felagsskapir, sum hava sligið seg saman og eru farnir avstað.
-Men vit hava so merkt ein týðuligan áhuga fyri hesum túrunum og tí halda vit, at stundin er komin til at blása lív aftur í hesi tilboðini sigur Heri Niclassen.
Hann dylur ikki fyri, at tey vóna at fáa eini 200 fólk avstað á skíferiu í Noregi. Í fjør var talið millum 75 og 100.