Bjóða fleiri nýggj skeið út

Kvøldskúlin í Vági, sum byrjar aftur eftir heystfrítíðina, fer at bjóða út fleiri nýggj skeið til vetrarhálvuna.

Í Vági eru tey um at verða liðug við kvøldskúlaskránna fyri kvøldskúlaskeiðið, 2023/24.

 

Kvøldskúlaleiðarin í Vági, Tina G. Tausen, sigur, at kvøldskúlin aftur í ár bjóðar afturvendandi skeiðini, sum eitt nú hondarbeiði, ættargransking, seyming, glaslist, dugnaskap og annað. 

 

- Men, vit fara eisini at bjóða fleiri nýggj skeið út, sum eitt nú at læra at brúka teldu, excel, íverksetan, designa og brodera við broderingsmaskinu.

 

Tina G. Tausen leggur aftrat, at kvøldskúlin í Vági byrjar eftir heystfrítíðina, og blaðið Eftirgróður kemur vónandi út miðskeiðis ella síðst í september.