Nýggi økisleiðarin hjá BankNordik í Grønlandi skal standa á odda fyri verksetan av vakstrarstrategi. Bjartur Nolsøe er 41 ára gamal og kemur úr einum starvi sum vinnukundaleiðari hjá Grønlandsbankanum í Grønlandi, har hann hevur starvast í trý ár.
- Endamálið hjá BankNordik í Grønlandi er at skapa eitt sunt og støðufast alternativ sum veitari av fíggjarligum tænastum til privatkundar og vinnufyritøkur. Tí gleðir tað okkum at vit hava fingið eina avtalu við Bjart Nolsøe, sigur Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í BankNordik.
Sum økisleiðari fer Bjartur Nolsøe at hava ábyrgdina av rakstrinum av virksemi hjá BankNordik í Nuuk, Sisimiut og Ilulissat. Harumframt kemur Bjartur at standa á odda fyri verksetan av teirri vakstrarstrategi, sum BankNordik hevur í Grønlandi.
- Bjartur kennir væl til samfelagsligu viðurskiftini í Grønlandi og hevur eitt serstakliga gott innlit í grønlendska vinnulívið. Samanhildið við hansara drúgvu royndir innan bankavinnu í Danmark, Føroyum og Grønlandi, er tað ein sterkur profilur vit seta við róðrið, sigur Súni Schwartz Jacobsen.
Bjartur Nolsøe byrjar í nýggja starvinum tann 1. mai 2011.