- Bjartskygnið frá hálvfemsunum er fánað

Tað gekk ikki akkurát so, sum kendi stjórnmálafrøðingurin Francis Fukoyama væntaði aftan á kalda kríggið, sigur Heini í Skorini, ph.d. í altjóða politikki

At Berlinmúrurin fellur í 1989 er byrjanin upp á endan av tí kalda krígnum, sum hevði sett sín dám á allan altjóða politikk síðan endan av seinna verðinskríggi. Hetta er byrjanin til eitt heilt nýtt tíðarskeið, og smá tvey ár seinni verður kommunistiska Sovjetsamveldið upployst, og kalda kríggið er harvið officielt liðugt.

Men hvat er hent síðan tá, og hvar er vesturheimurin í dag? Hesar spurningarnar fer Heini í Skorini, ph.d. í altjóða politikki, at hugleiða um í Reinsarínum í Havn leygardagin, har eitt tiltak verður í sambandi við 30-árahaldið.

Heini í Skorini fer at lýsa tann stemningin, sum var í vesturheiminum aftan á 1989 og tær væntanir, mann hevði til til, hvussu heimurin nú fór at útvikla seg. Hann tekur støði í framtíðaroptimismuni, sum amerikanski stjórnmálafrøðingurin Francis Fukuyama presenteraði í bók síni "The End of History and the Last Man" frá 1992, har hann gav sítt boð uppá, hvat fór at eyðkenna nýggja tíðarskeiðið aftan á kalda kríggið.

- Fukuyama argumenterar fyri, at vit hava havt eitt ideologiskt stríð millum tær stóru ideologiirnar í næstan eina heila øld. Nazisman, kommunisman og fascisman hava allar tapt, og vesturheimurin hevur vunnið. Hetta kallaði hann fyri endan av søguni, soleiðis sum vit kenna søguna, greiðir Heini í Skorini frá.

- Fukuyama vildi vera við, at nú fóru øll lond bara at kopiera okkara vesturlendsku politisku og økonomisku skipan. Tí um ein statsleiðari vil hava ein kappingarføran stat við búskaparvøkstri og vælferð, so er vesturlendska skipanin einasta alternativið. 

Fukuyama tók feil

Tað var hesin dreymurin hjá Fukuyama, sum í stóran mun eyðkendi 90'ini. 

- Men so gongur tað ikki akkurát so, sum Fukoyama prædikkaði. Vit fáa 11. september, eitt kríggj í Irak og eitt kríggj í Afghanistan, og í dag síggja vit fleiri lond, sum í kjalarvørrinum av tilflyting fáa nýggjar stórar og sterkar rørslur og nationalistiskar flokkar, sum í øllum førum ikki hava eina liberala dagsskrá, sigur Heini í Skorini og tekur fleiri dømi, har mann sær, at spádómurin hjá Fukuyama um, at øll lond fóru at kopiera vesturlendska liberala demokratiið ikki bleiv til veruleika. 

- Kina er eitt dømi um eitt land, sum hevur klárað at liberaliserað búskapin og fingið stóran búskaparvøkstur uttan at gera politiskar reformar. Russland er blivið nógv meira autoritert og nationalistiskt samanborið við, hvat mann í 90'unum væntaði, at Russland fór at útvikla seg til undir Mikhail Gorbatjov og Boris Jeltsin. Politisk religión er uppá ongan máta forduftað - tvørturímóti. Nógvastaðni í muslimska heiminum hevur religión í dag ein størri leiklut, enn hon hevði fyrst í 90'unum, sigur hann og vísir á nakrar tendensir í vesturheiminum. 

- Donald Trump er forseti í USA, og hann er ikki liberalur soleiðis, sum Fukuyama tosaði um. Trump tosar um protektionismu, "America first", strangari innferðarloyvi, og so ætlar hann at byggja ein múr. Og so hava vit eisini brexit í Stórabretlandi. So tað eru nógv dømi um, hvar Fukuyama fór skeivur, sigur Heini í Skorini, sum í Reinsarínum leygardagin eisini fer at hugleiða um, hvar og hvussu Fukuyama hevði rætt.