Bjartskygdur oljustjóri

Statoil fer at standa fyri eini tí størstu í­løg­uni í Før­oyum nakr­an­tíð, tá fel­ag­ið kom­andi tvey ár­ini fer at bora tveir brunn­ar á land­grunninum fyri góða milliard kr. Annar verð­ur møg­uliga bor­að­ur komandi summar

Jan Müller

Tað eru 10 ár síðani fyrstu leit­i­loyv­ini vórðu latin í Før­oyum. Nú farið verður inn í eitt nýtt 10 ára skeið kunnu vit staðfesta, at tað verð­ur nógv olju­virk­semi á Før­oy­a­øki­num kom­andi tvey árini. Statoil skal bora ikki færri enn tveir brunnar. Hetta er ein íløga fyri væl yv­ir eina milliard krónur, og so­statt nógv tann stórsta ver­k­æt­lanin í Føroyum. Til sam­met­ing­ar kann sigast, at saml­aðu almennu íløgurnar á fíggj­ar­lóg­ini fyri 2011 eru umleið 200 mill­iónur krónur.
Rúni M. Hansen, stjóri á Stat­oil, sigur, at enn er ikki endaliga avgjørt, um brunn­ar­nir verða boraðir í 2011 ella 2012.
– Vit hava enn ikki avgjørt, um vit bora í 2011 ella í 2012. Fyr­i­reik­ing­arnar eru fult í gongd. Um vit ikki bora tann eina brunn­in í 2011, so verða allar­helst tveir boraðir í 2012. End­a­lig avgerð verður tikin um ikki so langa tíð.
Spurdur, hvussu tað gong­ur við fyrireikingunum, sig­ur hann:
– Tað eru nógv við­urskifti, ið skulu fást upp á pláss, men tað hev­ur higartil gingið væl. Fleiri av lyklapersónunum kenna væl viðurskiftini um okk­­ara leiðir, og tað er ein stór­ur fyrimunur.
Statoil hevur 100% ogn­ar­skap í fleiri av loyvunum á Før­oy­aøk­i­num. Væntast kann, at Stat­oil selur ein part av hes­um, áðrenn bor­að verð­ur. Spurdur, um sam­r­áð­ing­ar eru við á­hug­að­ar keyp­ar­ar, sigur Rúni M. Hansen:
– Tað er ein partur av fyr­i­reik­ing­u­num, og eg kann bara stutt siga, at hesin parturin eisini gongur sum ætlað. Hann vil tó ikki siga meira um hetta í núverandi støðu.
Spennandi verður tó at síggja, hvørji nýggj al­tjóða feløg koma inn á Før­oy­a­øk­ið, og nær fyrsti brunn­ur­in verður boraður. Hetta fáa vit óiva at vita nak­að skjótt í komandi ári.