Bjarti Mohr stillar ikki upp til komandi býráðsval
Hesum boðaði hann Fólkaflokkinum frá longu tann 3. september.
Hetta sigur hann við Vágaportalin. Bjarti Mohr sigur eisini, at hann sjálvur hevur tikið hesa avgerðina.
- Tað er ikki nakað ávíst mál, sum ger, at eg havi tikið hesa avgerðina, men politiska arbeiðið tekur alt ov nógv tíð, um tú eisini skal dríva vinnuligt virksemi, sigur Bjarti Mohr við Vágaportalin.
Bjarti Mohr er júst nú staddur í Madrid í Spania, har hann hevur roynt at fingið eina loysn á Topaz-málið, men hetta er ikki einasta orsøkin til, at hann er í Spania.
- Eg arbeiðið við nøkrum øðrum projektum eisini, sum hava við skip at gera, men eg fái ikki sagt beint nú, hvat hetta snýr seg um, sigur Bjarti Mohr.
- Fái bert sagt, at eg vóni at hetta fer at eydnast, leggur hann afturat.