Eitt spennandi kappingarár bíðar Jóannesi Bjartalíð og liðfeløgunum í Fredrikstad í 2025, har eisini evropeiskur fótbóltur verður á skránni.
Harumframt skal Fredrikstad eisini royna at verja steypagullið.
Norska fótbóltssambandið hevur kunngjørt skránna fyri kappingarárið í bestu norsku fótbóltsdeildini í 2025.
Fredrikstad leggur fyri á heimavølli 29. mars móti Brann Bergen, ið vann silvur í fjør, og 5. apríl spælir Fredrikstad dyst á útivølli móti Rosenborg. Sostatt er talan um eina torføra kappingarbyrjan hjá Fredrikstad.
Fredrikstad endar kappingarárið 30. november við útidysti móti verandi meistarunum, Bodø/Glimt.
Ávikavist eina viku og tvær vikur áðrenn norska kappingin byrjar spælir Fredrikstad venjingardystir móti Strømsgodset og Lillestrøm. Aðrir venjingardystir hjá Fredrikstad eru ikki kunngjørdir.