Føroyingaliðið í bestu norsku fótbóltsdeildini, Fredrikstad spældi í kvøld fjórðingsfinalu í norsku steypakappingini.
4.000 fjepparar hjá Fredrikstad ferðaðust til Intility Arena leikvøllin í Eystur Oslo fyri at síggja dystin millum heimaliðið, Vaalerenga, ið er oddalið í næstbestu deildini og Fredrikstad, ið er nummar seks í bestu deildini.
Tað stóð á jøvnum 0-0 aftaná vanliga leiktíð. Morten Bjørlo syrgdi fyri við einum góðum frísparki í longdu leiktíðini, at Fredrikstad vann dystin 1-0.
Jóannes Bjartalíð kom á vøllin fyri Fredrikstad í 96. minutti, og Brandur H. Olsen kom á vøllin fyri Fredrikstad í 105. minutti, og sostatt fingu báðir føroysku leikararnir lut í sigrinum hjá Fredrikstad.
Hálvfinalurnar vera leiktar mikukvøldið 30. oktober. Fredrikstad tekur á heimavølli móti Oslo KFUM, og Gullbrandur Øregaard og liðfelagarnir í Sandnes ULF taka á heimavølli móti verandi steypavinnarunum, Molde.
Molde er risastórur favorittur móti Sandnes ULF, meðan tað er rættiliga opið millum Fredrikstad og Oslo KFUM, ið bæði hava gjørt tað framúr væl í bestu deildini, og í steypakappingini.
Steypafinalan har vinnarin fær "Kongepokalen" verður leikt á Ullevaal leikvøllinum í Oslo, leygardagin 7. desember. Vit krossa fingrar fyri, at tað verður ein føroyingauppgerð.