í gjár lótu listafólkini H. J. Bjartalíð og Anna Seppala upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Á framsýningini verða umframt olju- og pastelmálningar eisini grafikkur sýndur fram. Samlaða talið av myndum, ið við eru á framsýningini er 60.
Umframt at hava sýnt fram í Finnlandi, hava listafólkini eisini áður havt framsýningar í Føroyum, Noregi og Danmark.
H. J. Bjartalíð hevur útbúgving frá Norðurlendska listaskúlanum í Finnlandi og Anna Seppala er undir útbúgving á lærda listaháskúlanum í LAHTI í Finnlandi.
Framsýningin er opin frá fríggjadegnum 24. august til sunnudagin 29. august, og er hon opin gerandisdagar frá klokkan 14 til 19 og frá klokkan 14 til 18 leygardagin og sunnudagin.










