TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna frásøgumaðurin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi beinleiðis við Jóannes Bjartalíð hjá KÍ aftaná KÍ hevði tapt 0-1 ímóti HB í Klaksvík fyrr í kvøld.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen sum sá sínar menn tapa 0-1 ímóti HB fyrr í kvøld.
Bæði Jóannes Bjartalíð og Mikkjal Thomassen viðurkenna, at HB legði eitt sera gott avrik fyri dagin. Og sum Mikkjal Thomassen staðfestir, so er tað nakað ein má duga at viðurkenna.
Nú gjørdist aftur ein stigamunur uppá fimm stig millum HB og KÍ, men Jóannes Bjartalíð og Mikkjal Thomassen sláa fast, at tað er ein triðingur eftir av kappingini, og tí er einki avgjørt enn. Sum Mikkjal Thomassen sigur: Enn kann tað gerast spennandi.
- Einki er avgjørt enn. Tað eru níggju dystir eftir, og vit fara at stríðast til tað seinasta, slær Jóannes Bjartalíð fast.
Frásøgnin hjá Tróndi Arge av sigursmálinum Ari Mohr Olsen skoraði fyri HB, samanumtøkan hjá viðmerkjaranum, Rógva Jacobsen og samrøðan Tróndur Arge gjørdi við Ara Mohr Olsen hoyrast HER