Bjarni Petersen: Sjálvt russarar flenna eftir flotanum hjá okkum (FM1)

(FM1) Hoyr bátaradiosamrøðuna Vilmund Jacobsen gjørdi við Bjarna Petersen, skipara umborð á Arctic Viking

##med2##

Tá FM1 sendir sendingina "Bátaradio" beinleiðis kemur reportarin hjá FM1, Vilmund Jacobsen eisini í prát við stevnugestir, ið hava okkurt uppá hjarta við málum sum eru frammi í tíðini.

Ein av teimum, ið Vilmund Jacobsen prátaði við í Vestmanna í dag var Bjarni Petersen úr Kollafirði, ið er skipari umborð á rækjutrolaranum "Arctic Viking".

Bjarni Petersen staðfestir, at fiskivinnutjóðirnar rundan um okkum, og enntá russarar flenna eftir hvussu gamal og ódagførdur tann føroyski fiskiflotin er. Bjarni Petersen sigur, at teir sum stýra fiskivinnuni politiskt tosa slettis ikki sama mál sum tey, ið starvast í fiskivinnuni tosa.

Tíð var tó eisini til hugna, og Vilmund slapp at smakka ein góðan rækjubita frá Bjarna Petersen.

Omanfyri ber til at hoyra bátaradiosamrøðuna Vilmund Jacobsen gjørdi við Bjarna Petersen í sendingini "Bátaradio" seinnapartin í dag. 

(Bátaradiosamrøða við Bjarna Petersen úr Kollafirði)