Bjarni Hammer politistur í Havn

Eftir lokna útbúgving varð Bjarni Hammer hin 1. august 2006 settur í fast starv sum politistur. Bjarni, ið er 31 ára gamal, er ættaður av Tvøroyri og starvast í politistøðini í Havn

Frítíðina nýtir Bjarni saman við familju og vinum og til seyðahald, umframt at hann eisini íðkar ítrótt. Serliga er tað í ítróttargreinini kickboksing, at Bjarni hevur gjørt seg galdandi, og hevur hann m.a. heilar tríggjar ferðir vunnið danmarksmeistarakappingina í kickboksing.
 
Saman við gentu síni Barbaru Brattalíð eigur Bjarni 2 ára gomlu dóttrina Bjartu.
 
Við hesum verður ynskt Bjarna tillukku og góða eydnu framyvir.