Bjarni: Fari á landssjúkrahúsið nú

(Ljóðsamrøða) Met, gull og eitt ilt í knænum

Bjarni Nielsen er trýfaldur vinnari av Føroya Sterkasti maður tiltakinum. Tað er staðfest, eftir at hann í kvøld bæði var sterkari og skjótari enn mótstøðumenninir.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna

 

- Hetta kennist eins væl og í fjør, sigur Bjarni Nielsen, ið hevur eina ætlan um at verða í umhvørvinum í eini tíggju ár afturat.

 

Longu í fyrsta øvilsinum setti Bjarni Nielsen nýtt føroyskt met í Log Press, men tað kostaði eisini eitt brak í knænum.

 

- Eg fari á landssjúkrahúsið nú, sigur føroya sterkasti maður, ið vónar at tað ikki verður ein drúgvur skaði.

 

Bjarni Nielsen vann FSM 2016 frammanfyri Róa Holgarsson, ið bleiv nummar tvey.

 

Endaliga støðan FSM 2016:

Bjarni Nielsen 27 (stig)

Rói Holgarsson 2023

Bogi Andressen 17

Óli Andresen 16

Helgi Lamhauge 11,5

Bárður Poulsen 10,5