Bjarni Djurholm: Vánalig loysn hjá Kára

Løgtingsmaðurin Bjarni Djurholm, sum eisini er fyrrverandi landsstýrismaður í vinnumálum, setir nú stór spurnartekin við tað lógaruppskot um Skálafjarðartunnilin, sum Kári P. Højgaard, landsstýrismaður ætlar at bera í løgtingið á Ólavsøku.

- Tað, sum nú liggur á borðinum, er ein vánalig loysn, sigur Bjarni Djurholm avgjørdur.

Í tíðargrein í Sosialinum í dag finst Bjarni Djurholm hvassliga at leistinum hjá Kára P. Højgaard. Bjarni Djurholm vísir millum annað á, at øll tilgongdin ber brá av ójavna millum partarnar, tað eru Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners.

Eisini eftirlýsir Bjarni Djurholm reglur um, hvussu landsstýrið ætlar at hava eftirlit við felagnum – bæði viðvíkjandi rakstri og prísi.

Bjarni Djurholm var landsstýrismaður í vinnumálum, bæði tá Vágatunnilin og Norðoyatunnilin vórðu gjørdir, sum kunnugt eftir almennum partafelagsleisti.

Les tíðargrein við Bjarna Djurholm í Sosialinum í dag.

Hoyr samrøðu við Bjarna Djurholm her: