John Johannessen,løgtingslimur
www.john.fo
-------------------------------
Dupultspælið og órógvið skal steðga. Ein greiður og sjálvstøðugur brúkaramyndugleiki, antin skipaður sum brúkaraumboðsmaður ella brúkaranevnd, skal vera partur av nýggju marknaðarføringslógini. Her verður ongin millumloysn góðtikin.
Heldur Bjarni Djurholm seg ikki til málið, sum tað fyriliggur frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum og frá Brúkarasamtakinum, leggi eg sjálvur upprunaliga uppskotið fyri tingið. So kann landsstýrismaðurin standa einsamallur eftir við skommini og sínum útholaða uppskoti.
Vónandi er hetta greitt svar til skilagóða formannin í Brúkarasamtakinum, sum í bløðunum um dagarnar eftirlýsir støðu Javnaðarfloksins til dupultspæl Fólkafloksins í hesum máli.
Sum javnaðarmaður síggi eg stóran týdning í at skipa ein sjálvstøðugan myndugleika við veruligum formati at verja støðuna hjá brúkarunum. Tí haldi eg tað beinleiðis vera eina dáragerð at leggja brúkaraverjuna til Kappingarráðið at umsita. Ikki tí, at mær vantar álit á Kappingarráðnum. Men tí, at hetta er ein stovnur, ið hevur til endamáls at taka vinnulig atlit og tryggja javnbjóðis kappingartreytir ímillum vinnuvirki, meðan brúkaramyndugleikin einans eigur at taka atlit til kundan.
Mótstríðandi endamál
Tað kann í ávísum førum vera rætt, tá ført verður fram, at í nøkrum førum tæna Kappingarlóg og Marknaðarføringslóg sama endamáli. Men tað er samstundis púra rætt, tá formaðurin í Brúkarasamtakinum vísir á, at í øðrum førum eru áhugamálini hjá einum kappingarmyndugleika og einum brúkaramyndugleika beinleiðis mótstríðandi.
Brúkaramyndugleikin skal vera ein myndugleiki fyri kundan, fyri brúkaran. Tískil ber, hóast góðan vilja, ikki til at samantvinna funktiónirnar hjá Kappingarráðnum við tær hjá brúkarunum og fáa tær at virka nóg væl og við nóg greiðum myndugleika.
Við hesum er ikki sagt, at Brúkaramyndugleikin og Kappingarráðið ikki møguliga á ein ella annan hátt kunnu samstarva um hølisviðurskifti, embætisfólk og annað líknandi, um hetta á nakran hátt kann gera raksturin bíligari, uttan at tað gongur út yvir greiða myndugleikan hjá báðum stovnunum.
Brúkaramál eru Javnaðarmál
Brúkaraviðurskifti eru nakað, sum hevur beinleiðis við rættartrygdina hjá vanliga løntakaranum at gera. Hesi viðurskifti eiga tí beinleiðis at vera javnaðarmál burturav.
Tí var tað eisini, at flokkurin longu 15. januar í 2001 legði eitt uppskot um Marknaðarføringslóg og eitt uppskot um Brúkarakærunevnd fyri tingið. Hesi uppskot høvdu greiðar ásetingar um sjálvstøðuga brúkaranevnd og sjálvstøðugt brúkaraumboð við veruligum myndugleika. Somuleiðis innihelt okkara uppskot um Marknaðarføingslóg greiðar reglur um endurgjald, rættarbann og aðrar beinleiðis revsingar.
Tíverri eydnaðist tað tá Fólkaflokkinum, Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum at beina fyri brúkarakærunevndini. Í álitinum frá vinnunevndini, sum varð lagt fram í februar 2002, mæltu hesir tríggir flokkar beinleiðis til at fella uppskotið. Grundgevingin frá Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum var, at landsstýrismaðurin hevði sett eina nevnd at endurskoða kappingarlógina. Tjóðveldisflokkurin hevði eina meira nationalistiska undanførslu um yvirtøkur og annað. Málið varð felt við 18 atkvøðum ímóti 8
Hesaferð skal tað ikki aftur eydnast at beina fyri brúkaramyndugleikanum. Hesum hevur Javnaðarflokkurin skyldu at syrgja fyri.