Bjarni Djurholm og Framtaksgrunnurin
- Hetta er eitt stórt mistak hjá løgmanni.
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður og formaður í landsstýrismálanevndini, gevur ikki nógv fyri kanninginina, sum løgmaður hevur sett í verk av embætisførsluni hjá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, mótvegis Framtaksgrunninum.
- Hetta er bara ein hálv kanning, tí soleiðis, sum løgmaður hevur stungið út í kortið, verður kanningin aldrin fullfíggjað, sigur Kári P. Højgaard.
Nakað síðani setti Løgmaður eina løgfrøðiliga kanning í verk, eftir at Dagmar S. Joensen, sum var formaður í Framtaksgrunninum, og aðrir limir í Framtaksgrunninum, alment hava skuldsett Bjarna Djurholm, landsstýrismann, fyri at leggja seg út í arbeiðið hjá Framtaksgrunninum og fyri at leggja trýst á nevndina.
Men kanningin kemur bara at fevna um tíðarskeiðið, sum Jóanes Eidesgaard hevur verið løgmaður. Sostatt kemur kanningin bara at fevna um tíðarskeiðið eftir 3. februar 2004, tá ið hetta landsstýrið tók við.
- Tíðarskeiðið fyri henda dag fellur uttan fyri heimildirnar hjá sitandi løgmanni, segði Jóannes Eidesgaard í fráboðanini um kanningina.
Eitt stórt mistak hjá løgmanni
Men hetta er eitt stórt mistak, heldur formaðurin í Landsstýrismálanevndini.
- Tað er heilt burturvið at kanna eitt slíkt mál frá einum ávísum degi. Antin verður málið kannað, ella verður tað ikki kannað. Og skal tað kannast, má løgmaður kanna alt málið sum tað er til botns og ikki bara frá einum ávísum, tilvildarligum skeringsdegi.
Kári P. Højgaard leggur dent á, at hvørki skyldan hjá løgmanni, ella skyldan hjá Bjarna Djurholm at umsita embætið á lógligan hátt, kunnu avmarkast til løgmanstíðina hjá Jóannesi Eidesgaard.
- Einasta avmarking, sum kann koma upp á tal, er fyrningarfreistin, sum er fimm ár og tí er tað heilt burturvið at seta aðrar avmarkingar, í hesum føri embætistíðina hjá Jóanesi Eidesgaard.
Hann sigur, at landsstýrismenn kunnu revsast fyri brot á embætisskyldurnar fimm ár aftur í tíðina.
- Tí má kanningin av embætisførsluni hjá Bjarna Djurholm at ganga fimm ár aftur í tíðina. Tað kann ikki vera løgmansembætið, sum er avgerðandi og tí má málið kannast til fulnar, sjálvt um løgmaður skiftur.
Kári P. Højgaard dregur aftur samanberingar til málið um Johan Dahl.
- Johan Dahl varð koyrdur frá sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum fyri viðurskifti, sum vóru farin fram langt áðrenn Jóannes Eidesgaard bleiv løgmaður.
Kunnu revsast fimm ár aftur
Tì heldur formaðurin í landsstýrismálanevndini, at tí virkar tað fullkomiliga burturvið at avmarka kanningina til ein ávísan dag.
- Skal málið kannast yvirhøvur, má tað kannast til botns, heilt aftur til fyrningarfreistina, tvs fimm ár aftur í tíðina, ella verður kanningin bara hálv og undir ongum umstøðum verður ein slík kanning fullfíggjað.
- Landsstýrismenn kunnu revsast eftir ábyrgd landsstýrismanna, til eitt mál er fyrnað. Tí mugu mál kannast heilt aftur til fyrningarfreistina, hóast ein nýggjur løgmaður er komin til ímeðan. Tað er bara fyrningarfreistin, sum avmarkar slík mál, ikki navnið á løgmanni.
Tí dugir Kári P. Højgaard ikki at síggja nakran sum helst logikk í kanningini, sum løgmaður hevur sett í verk.
- Skuldsetingarnar ímóti Bjarna Djurholm eru so álvarsligar, at sjálvandi má málið kannast, men tað má kannast til botns eftir galdandi lógum og her er tað bara fyrningarfreistin upp á fimm ár, sum er avgerandi og ikki embætistíðin hjá einum løgmanni.
Vita, hvat kemur burturúr
Kortini vil Kári P.Højgaard ikki siga, um stig skulu takast, ella, hvørji stig skulu takast. Hann vil heldur ikki siga um hetta gevur orsøk hjá landsstýrismálanevndini at taka málið upp.
Sostatt eru nógvir spurningar settir við kanningina hjá løgmanni. Í fyrstu syftu varð spurningur reistur við trúvirðið á kanningini, eftir sum at tað eru løgfrøðingur í fyrisitingini sjálvari, sum skal gera kanningina og ikki ein óheft, uttanhýsis kanning.
Og nú setir so sjálvur formaðurin í landsstýrismálanevndini spurning við virðið í kanningini sum heild, tí hon er avmarkað til bara at fevna um embætisførsluna hjá hesum løgmanninum.
Kortini vil hann ikki siga, um stig skulu takast, ella, hvørji stig skulu takast. Hann vil heldur ikki siga um hetta gevur orsøk hjá landsstýrismálanevndini at taka málið upp.
- Nú mugu vit vita, hvat hendir og, hvat kemur burturúr, áðrenn onnur stig verða tikin, er tað einasta, formaðurin í landsstýrismálanevndini vil siga um tann spurningin.
Men hann heldur kortini, at alt hetta kann fáa fólk at ivast í trygdini við kanningini.
Tá ið Løgmaður boðaði alment frá kanningini, segði hann:
Løgfrøðiliga kanningin kemur at fevna um tíðarskeiðið eftir 3. februar 2004, tá ið hetta landsstýrið tók við. Tíðarskeiðið fyri henda dag fellur uttan fyri heimildirnar hjá sitandi løgmanni.